Klæmint og liðfelagarnir skriva søgu í kvøld

Á fyrsta sinni kappast eitt íslendskt lið í einum bólkaspæli í einari evropeiskari kapping

Mynd: Vísir

Tað fór ein steinur av herðunum hjá øllum fótbóltsáhugaðum íslendingum, tá Klæmint A. Olsen og liðfelagarnir í Breiðablik megnaðu at vinna seg í bólkaspælið í Europa Conference League.

 

Aftaná samanlagda 2-0 Play Off sigurin á Struga úr Norðurmakedonia gjørdist Breiðablik fyrsta íslendska fótbóltsliðið at vinna seg í eitt evropeiskt bólkaspæl. Tað legði eisini eitt jaligt trýst á Breiðablík, at KÍ hevði megnað setningin nakrar vikur frammanundan. 

 

Í kvøld klokkan 20 spælir Breiðablik fyrsta dystin í bólki B.

 

Dysturin verður á útivølli í Ísrael móti Maccabi Tel Aviv. Hini liðini í bólkinum eru Zorya Luhansk úr Ukraina og Gent úr Belgia.

 

Maccabi Tel Aviv er risastórur favorittur til at vinna á Breiðablik í kvøld. Miðaloddsini upp á sigur til Maccabi Tel Aviv eru 1,14. Miðaloddsini upp á sigur til Breiðablik eru heili 19,0.

 

Breiðablik hevur staðið seg væl á heimavølli í evropeisku dystunum í summar, men hevur fingið nakrar upp á kassan á útivølli. Í útidystinum móti bosniska liðnum, Zrinjski í Europa League undankappingini tapti Breiðablik 2-6. Og í útidystinum í Champions League undankappingini móti FC Keypmannahavn tapti Breiðablik 3-6. 

 

 

 

 

 

Mynd: Vísir