- Tað er ymiskt, hvussu kommunalu tænasturnar verða merktar av verkfallinum, siga tey í Klaksvíkar kommunu.
Víst verður á, at tað serliga er tekniska økið, sum er rakt av verkfallinum.
- Men, umframt hetta eru eisini aðrar kommunalar tænastur merktar av vantandi reingerð.
Og longu nú er greitt, at øll almenn wc í Klaksvíkar kommunu verða stongd, meðan verkfall er.
Í Klaksvíkar kommunu siga tey, at neyvari kunning um eitt nú broytingar á dagstovnaøkinum fáa borgararnir beinleiðis frá avvarðandi stovnum.
- Vit fylgja við gongdini, og kunnað verður um møguligar broytingar, verður lagt aftrat.