Knívur funnin og maður handtikin

- Ein maður í 30-árunum skal til grundlógaravhoyring tíðliga seinnapartin í dag við kravi um varðhaldsfongsling, sigur løgreglan.

 

 

Í gjár var leiting í fjøruni og á vágni í Klaksvík í samband við eitt harðskapsmál við eitt skeinkistað í Klaksvík um vikuskiftið.

 

- Talan var um eitt harðskapsmál uttan fyri skeinkistaðið, Molly, sunnunáttina. Umframt harðskap, hevði maðurin eisini verið hóttandi.

 

Vaktleiðarin avdúkaði í morgun, at tað var ein knívur, sum leitað varð eftir í gjár, og í hesum sambandi vóru eisini froskmenn við í leitingini.

 

- Kvínurin er funnin og maðurin, sum er í 30-árunum, er handtikin. Tíðliga seinnapartin í dag verður grundlógaravhoyring í málinum.

 

Løgreglan vil hava mannin varðhaldsfongslaðan, meðan arbeitt verður við at greiða málið.

 

- Hetta er eitt mál um grovan harðskap og hóttanir, sigur løgreglan, sum leggur aftrat, at knívur eisini var á lofti, men eingin er stungin.

 

Lesið eisini - https://www.in.fo/news-detail/leitad-verdur-eftir-onkrum-luti-a-sjonum-i-klaksvik