Industry.fo:
Á nevndarfundi týsdagin 29. apríl varð staðfest, at Michael Koba heldur fram sum formaður í vinnugreinafelagnum Samskifti. Michael starvast til dagligt hjá lýsingarfyritøkuni Kovboyfilm og hevur verið virkin partur av felagnum í mong ár. Hann varð valdur sum formaður fyri fyrstu ferð í fjør.
Tá ið felagið hevði aðalfund fyrst í apríl, valdi Tór Verland Johansen ikki at stilla upp aftur og er sostatt farin úr nevndini. Samskifti takkar honum fyri hansara íkast og góða arbeiði. Barbara Maria Lamhauge frá Sansum er nýggjur nevndarlimur, og hon er nýggj í felagsarbeiðinum.
Tey, sum manna nevndina, eru sostatt:
- Michael Koba, Kovboyfilm
- Rókur Jákupsson Jakobsen, Virka
- Niels Uni Dam, Nudlavirkið
- Barbara Maria Lamhauge, Sansir
Samskifti er felagið hjá føroyskum lýsingarfyritøkum. Samskifti arbeiðir fyri, at lýsingarfyritøkur skulu hava góðar og javnbjóðis treytir at virka undir. Felagið vil, at útboð eru gjøgnumskygd og væl úr hondum greidd.
Les meira um felagið her.