Kristiansand vann týðandi heimasigur

Kristiansand hevur aftaná sigur á Fjellhammer góðan møguleika at tryggja sær luttøku í endaspælinum

Liðið hjá Helga H. Hoydal og Paula Mittún, Kristiansand vann í kvøld ein sera týðandi sigur í royndunum at tryggja sær luttøku í endaspælinum í bestu norsku hondbóltsdeildini.

 

Kristiansand vann á heimavølli ein tepran 37-36 sigur á Fjellhammer, ið eisini stríðist fyri at enda millum átta tey fremstu liðini í deildini.

 

Fjellhammer var omaná í fyrra hálvleiki, og var á odda 21-18 í steðginum. Í seinna hálvleiki lá væl betri fyri hjá Kristiansand.

 

Helgi skoraði eitt mál hesaferð. Pauli hevur boðað frá einum skifti til Team Sydhavsøerne, og helst var tað orsøkin, at hann ikki slapp so nógv upp í part í kvøld.

 

Kristiansand er nummar seks í deildini við 20 stigum. Trý stig eru niður til Arendal, ið hevur 17 stig á níggjunda plássinum. Um Arendal tapir fyri Sandnes á útivølli í morgin er plássið hjá Kristiansand í grundspælinum tryggjað.

 

Sunnudagin 2. apríl spælir Kristiansand seinasta dystin í grundspælinum á útivølli móti Nærbø.