Kristiansand var fyri stórtapi á heimavølli

Tróndur Mikkelsen og liðfelagarnir eru nummar níggju í bestu norsku hondbóltsdeildini

Tróndur Mikkelsen og liðfelagarnir í Kristiansand spældu í kvøld dyst á heimavølli í bestu norsku hondbóltsdeildini móti Runar Sandefjord.

 

Í Aquarama-høllini í Kristiansand mátti heimaliðið lúta 21-32 fyri Elverum, ið var á odda 16-11 í steðginum.

 

Kristiansand er nummar níggju í deildini við seks stigum. Alt avgerandi fyri Trónd og liðfelagarnar er at enda millum átta tey fremstu liðini aftaná lokið grundspæl. Tað er treytin fyri, at teir kunnu vinna seg í endaspælið.

 

Í kvøldsins dysti skoraði Tróndur eitt mál, legði upp til eitt mál, og vann liðnum eitt brotskast.

 

Sunnudagin 3. november spælir Kristiansand á útivølli móti botnliðnum, Haslum sum einki stig hevur.