Kunnu vænta farsótt av hitabylgjum

ST-aðalskrivarin heldur, at heimurin hevur eina farsótt av ógvisligum hitabylgjum í væntu

António Guterres, aðalskrivari í ST (Mynd: Salvatore Di Nolfi/Ritzau Scanpix)

Altjóða samfelagið má reagera upp á hitabylgjurnar, sum verða alsamt ógvisligari orsakað av veðurlagsbroytingum og fara at raka milliardir av menniskjum. Vit standa fyri einari farsótt av hitabylgjum.

Tað segði António Guterres, aðalskrivari í Sameindu Tjóða (ST), í røðu í New York.

 

– Milliardir av fólki verða rakt av ekstremum hitabylgjum, og nógv fólk líða undir vandamiklum viðurskiftum við hita yvir 50 stig. Tað er hálva leið til kókipunktið, segði Guterres sambært Ritzau.

 

Veðurtænastan hjá ES sigur, at sunnudagurin, mánadagurin og týsdagurin vóru teir tríggir heitastu dagarnir, sum eru máldir á jørðini.

 

2023 er heitasta árið, sum er skrásett á jørðini, men útlit eru fyri, at 2024 kann seta nýtt met. Hitin fer alt oftari upp um 40 hitastig, og seinasta árið eru 50 hitastig máld á minst tíggju støðum kring heimin – eitt nú í USA, Marokko, India og Kina.

Sambært ST var hiti orsøk til, at umleið 489.000 fólk doyðu í árunum millum 2000 og 2019. Til samanberingar doyðu 16.000 fólk av ódnum sama tíðarskeið.

 

##med2##

 

Guterres heitti á altjóða samfelagið um at minka um útlátið av CO2 og líknandi evnum og at sleppa sær av við bundni at fossilum brennievni.

 

Hann vísti á, at avleiðingarnar av veðurlagsbroytingunum eru ikki bara størri hiti, men eisini harðari ódnir, vatnflóðir, turkur, skógareldar og annað.

 

– Góðu tíðindini eru, at vit kunu gera nakað við støðuna, avmarka skaðarnar og bjarga lívi, segði António Guterres.

 

António Guterres, aðalskrivari í ST (Mynd: Salvatore Di Nolfi/Ritzau Scanpix)

Tað hevur verið sera heitt í fleiri europeiskum londum seinastu vikuna