Kvøld um kvøld í komandi viku: GAIS-AIK Stockholm og Malmö FF-KÍ

Í komandi viku vera tveir spennandi fótbóltsdystir leiktir kvøld um kvøld í Svøríki

Komandi mánakvøld og týskvøld, bæði kvøldini klokkan 18 vera tveir sera spennandi dystir fyri fótbóltshugaðar føroyingar leiktir í Svøríki.

 

Mánakvøldið klokkan 18 skal Mikkjal K. Thomassen í sínum fyrsta dysti í bestu svensku fótbóltsdeildini standa á odda fyri AIK Stockholm á Gamla Ullevi vøllinum í Göteborg, har gamla liðið hjá Meinhardi E. Olsen, GAIS tekur ímóti AIK Stockholm.

 

Tað er eingin ivi um, at størri parturin av svensku ítróttarmiðlafólkunum vera upp á pláss til dystin millum GAIS og AIK Stockholm á Gamla Ullevi leikvøllinum. 

 

Týskvøldið klokkan 18 verður norðurlendskur stórfundur á Eleda leikvøllinum í Malmö, har svenska meistaraliðið, Malmö FF tekur móti KÍ í fyrra dystinum í øðrum undanumfarinum í Champions League undankappingini. Samlaði vinnarin av uppgerðini er garanteraður í minsta lagi luttøku í bólkaspælinum í Conference League.

 

Malmö FF fer aftaná avrikið hjá KÍ móti BK Häcken í somu undankapping í fjør undir ongum umstøðum at undirmeta KÍ.

 

Pláss er fyri 22.500 áskoðarum á Eleda leikvøllinum í Malmö. 

 

Returdysturin verður leiktur á vøllinum við Djúpumýru, týskvøldið 30. juli klokkan 19.45.