Løgmaður: Fiskivinnan er løgd í eina trygga legu

Nýggja fiskivinnulóggávan hevur havt nýíløgur út móti tveimum milljardum við sær

Við broytingunum í lógini um sjófeingi hevur vinnan fingið brúksloyvi við 12 ára uppsagnartíð, ið Løgtingið skal samtykkja á hvørjum ári.

-Ótrygga uppboðssølan er eisini strikað, segði løgmaður í ólavsøkurøðuni. 

Og nýggja, trygga fiskivinnulóggávan hevur longu givið avkast: Íløgur verða gjørdar fyri út við tvær milliardir komandi árini, og við nýggjum og dagførdum tólum kunnu vit flyta føroysku fiskivinnuna munandi longur framá.  

Her eru fleiri myndir frá hátíðarhaldinum, tá ið Løgtingið varð sett

##ms##

-Men fiskatilfeingið er ogn Føroya fólks. Verða veiðirættindi seld endaliga, skal tað almenna hava bróðurpartin. Tí hava vit gjørt ein serskatt, sum tryggjar landinum sín part av sølunum, segði løgmaður. 

Næsta stigið er at endurskoða skipanina við veiðugjaldi, so at hon tekur neyvari atlit at skiftandi umstøðum í vinnuni. 

Skipanin við veiðugjaldi, verður eftir ætlan sett í gildi 1.januar komandi ár.

 

Veiðugjaldið verður broytt til eitt yvirskotsgrundað gjald, sum leggur upp fyri rentu-, olju- og fiskaprísi.