Landsliðið skal hava nýggjan málverja: Bjarti avloysir Teitur

Håkan Ericson hevur sent boð eftir Bjarta Vitalis Mørk til dystirnar móti Moldova og Norðurmakedónia. Bjarti avloysir Teitur Matras Gestsson, skrivar Fótbóltssambandið

Bjarti Vitalis Mørk úr HB er úttikin til landsdystirnar móti Moldova og Norðurmakedónia - Mynd: Hans Erik Danielsen

Håkan Ericson hevur sent boð eftir Bjarta Vitalis Mørk til dystirnar móti Moldova og Norðurmakedónia. Bjarti avloysir Teitur Matras Gestsson, skrivar Fótbóltssambandið.

 

– Í gár (red. sunnudagin) fingu vit eina deiliga gentu aftur at, og tað kennsit tískil rætt at raðfesta familjuna fram um fótbóltin beint nú. Tí havi eg givið avboð hesaferð. Hetta er eisini alt í sátt og semju við landsliðsvenjarin, og tað eri eg ótrúliga glaður fyri, sigur Teitur Matras Gestsson við heimasíðuna hjá FSF.

 

Seinnapartin í dag, mánadagin hevur føroyska A-landsliðsliðið við monnum fyrstu venjingina undan EM-undankappingardystinum móti Moldova, og venjingardystinum móti Norðurmakedónia.

 

Fyri viku síðani var hópurin kunngjørdur, men tað verður kortini uttan málverjan, Teitur Matras Gestsson. Í staðin hevur landsliðsvenjarin, Håkan Ericson sent boð eftir liðfelaganum hjá Teiti, Bjarta Vitalis Mørk.

 

Landsliðið venur á Tórsvølli seinnapartin í dag og á middegi týsdagin. Mikudagin er venjing á skránni fyrrapartin, og beint aftur døgurða verður kósin sett móti Chisinau í Moldova.

 

Hópurin:

 

Mattias Heðinsson Lamhauge, B36 Tórshavn

 

Bárður á Reynatrøð, Víkingur

 

Bjarti Vitalis Mørk, HB Tórshavn

 

Gilli Rólantsson Sørensen, TB Tvøroyri

 

Hanus Sørensen, HB Tórshavn

 

Viljormur Davidsen, HB Tórshavn

 

Daniel Johansen, FC Fredericia (Danmark)

 

Odmar Færø, KÍ Klaksvík

 

Heini Vatnsdal, KÍ Klaksvík

 

Gunnar Vatnhamar, Víkingur

 

Andrias Edmundsson, Aguilas FC (Spania)

 

Rógvi Baldvinsson, Bryne BK (Noreg)

 

Jákup Biskopstø Andreasen, KÍ Klaksvík

 

Noah Hans Mneney, Bryne BK (Noreg)

 

Meinhard Egilsson Olsen, Mjøndalen IF (Noreg)

 

Mads Boe Mikkelsen, KÍ Klaksvík

 

Ári Mohr Jónsson, HB Tórshavn

 

Sølvi Vatnhamar, Víkingur

 

Stefan Radosavljevic, Sligo Rovers FC (Írland)

 

René Shaki Joensen, KÍ Klaksvík

 

Klæmint Andrasson Olsen, Breiðablik (Ísland)

 

Patrik Johannesen, Breiðablik (Ísland)

 

Páll Andrasson Klettskarð, KÍ Klaksvík

 

Pætur Petersen, KA Akureyri (Ísland)

 

Fríggjadagin 24. mars klokkan 19:45, sum er klokkan 21:45 lokala tíð í Chisinau, spæla Moldova og Føroyar EM-undankappingardyst á Zimbru Stadion, og tríggjar dagar seinni, mánadagin 27. mars klokkan 17:00 føroyska tíð, møtast Norðurmakedónia og Føroyar í venjingardysti á Todor Proeski Stadion í Skopje.

 

Bjarti Vitalis Mørk úr HB er úttikin til landsdystirnar móti Moldova og Norðurmakedónia - Mynd: Hans Erik Danielsen