Landsstýrið stevnir KvF

Máadagin var fútabann sett Kringvarpinum at varpa tíðindi um ein fund, sum var millum kinverska sendiharran í Keypmannahavn og løgmann og landsstýrismannin við fíggjarmálum

Vinnumálaráðið fekk fútarættin at seta fúrabann, so Kringvarpið ikki kundi bera tíðindini um, hvat hendi á einum fundi millum umboð fyri kinversku stjórnina  og Føroya landsstýrið.

Í slíkum málum er tað soleiðis, at ein stevning skal latast rættinum í seinasta lagi sjey dagar eftir at fútabanni er sett. Tá er talan um um eitt vanligt rættarmál, har rætturin - eftir at hava fingið frágrediðing frá báðum pørtum - skal taka støðu til um grundgevinganar fyri fúrabanninum er nóg haldgott.

In.fo hevur fingið at vita frá keldum í vinnumálaráðnum, at stevning verður latin rættinum í hesum málinum.