Lavrov saknar viðring fyri Russlandi

Russiski uttanríkisráðharrin, Sergej Lavrov, hevur sambært stjórnarráð sínum sagt, at limirnir í Felagsskapinum fyri Trygd og Samstarvi í Evropa skulu taka uppaftur virðiligt samskifti fyri at koma burtur úr »kreppu«.

 

Georgi Licovski/EPA/Ritzau Scanpix

Tað skrivar russiska tíðindastovan Tass.

– Tað er neyðugt at taka uppaftur sínamillum virðiligt og høviskt samskifti millum luttakandi statirnar, um felagsskapurin skal kunna koma burtur úr núverandi kreppu og venda aftur til vanligt virkisemi, sigur Sergej Lavrov.

 

 

Georgi Licovski/EPA/Ritzau Scanpix