Leiðarin fyri ukrainska trygdarráðnum er koyrdur

Forseti landsins, Volodymyr Zelenskyj, hevur skift fleiri av høgtstandandi leiðarum landsins innan trygd og verju út.

Oleksij Danilov er ikki longur leiðari fyri ukrainska trygdarráðnum.

Oleksij Danilov, sum hevur verið leiðari fyri ukrainska trygdarráðnum, er koyrdur úr starvinum.

 

Tað upplýsir skrivstovan hjá forseta landsins, Volodymyr Zelenskyj, men einki verður sagt um, hví maðurin er koyrdur.

 

Sagt verður, at Oleksij Danilov tók við hesum starvi í oktober 2019 - ella fáar mánaðir eftir, at Zelenskyj tók við forsetaembætinum.

 

Nýggjur leiðari fyri ukrainska trygdarráðið verður Oleksandr Lytvynenko, ið kemur úr einum starvi sum leiðari fyri ukrainsku fregnartænastuna uttanlands.

 

Trygdarráðið í Ukraina hevur ein samskipandi leiklut í málum, sum snúgva seg um landsins trygd og verju.

 

Tað er ovasta politiska leiðsla landsins, sum saman trygdar-og verjuleiðarum, ið manna nationala trygdarráðið.

 

Forseti landsins, Volodymyr Zelenskyj, hevur skift fleiri av høgtstandandi leiðarum landsins innan trygd og verju út, síðan Russland leyp á Ukraina í februar í 2022.

 

Tað er tíðindastovan NTB, sum ber hesi tíðindi í dag og keldur, sum víst verður til í hesum sambandi, eru eitt nú ukrainskir miðlar.

 

Oleksij Danilov er ikki longur leiðari fyri ukrainska trygdarráðnum.