Emirurin av Qatar, Tamim bin Hamad, ákærir ísraelska herin fyri at fremja fólkamorð í Gazageiranum.
- Tað, sum hendir í Gazageiranum, kann ikki rættvísgerast við at vísa til sjálvverju, sigur hann.
Hann sigur, at sjálvverja er sambært mannarættindum ikki galdandi, tá talan er um herseting.
- Tað er ikki loyvt at fremja fólkamorð, soleiðis sum Ísrael ger í Gazageiranum, sigur Tamim bin Hamad.
Emirurin heldur, at ísraelski herurin hevur skúgvað til viks bæði andalig, etisk og humaniter virðir.
- Ísrael hevur framt brotsverk móti mannaættini í Gazageiranum, leggur hann aftrat.
Tamim bin Hamad heitir eisini á ST um at seta í verk eina altjóða kanning av viðferðini hjá Ísrael móti palestinska fólkinum.
Norska Dagbladet telist millum miðlarnar, sum bera hesi tíðindi í dag.