Liðið hjá Vilhelm hevur næstfæst áskoðarar

Í snitt hava Vilhelm Poulsen og liðfelagarnir í Lemvig-Thyborøn 1.000 áskoðarar til heimadystirnar

Ein føroyskur landsliðsleikari spælir í bestu donsku hondbóltsdeildini hjá monnum.

 

Talan er um Vilhelm Poulsen, ið spælir við Lemvig-Thyborøn.

 

Hbold hevur gjørt eitt yvirlit yvir hvussu nógvar áskoðarar tey 14 liðini í bestu donsku hondbóltsdeildini hava.

 

Og staðfestast má, at liðið hjá Vilhelm hevur næstfægst áskoðarar. Talan er um eitt snitt á 975 áskoðarar.

 

Í kvøld klokkan 18.30 hevur Lemvig-Thyborøn heimadyst móti Ringsted. 

 

Lemvig-Thyborøn er aftast í deildini við 11 stigum. Beint frammanfyri eru Lemvig-Thyborøn eru Kolding og Nordsjælland við 14 stigum hvør.

 

Nr.Felag:Áskoðarar
1Aalborg 5105
2Skjern 2591
3TTH Holstebro 2079
4Bjerringbro/Silkeborg2031
5KIF Kolding  1988
6SAH1951
7Fredericia Håndbold1887
8GOG1810
9SønderjyskE1768
10Nordsjælland 1602
11Mors-Thy Håndbold 1434
12Ribe-Esbjerg HH1218
13Lemvig-Thyborøn975
14TMS Ringsted748

 

Kelda: hbold