Liðini hjá landsliðsmálverjunum sluppu undan niðurflyting

Rakul S. Wardum og Annika Fríðheim Petersen spæla eisini í bestu hondbóltsdeildunum í Danmark og Noregi komandi kappingarár

Føroysku landsliðsmálverjarnir, Rakul S. Wardum og Annika Fríðheim Petersen spæla eisini í bestu hondbóltsdeildunum í Danmark og í Noregi komandi kappingarár.

 

Annika sum er darvað av einum skaða var ikki við í hópinum hjá Follo til triðja uppflytingardystin móti Volda fyrr í dag.

 

Tað eydnaðist Follo at vinna dystin greitt 34-23 (17-13), og harvið vann Follo uppgerðina 2-1. Sostatt spælir Follo aftur í bestu norsku deildini komandi ár.

 

Rakul S. Wardum og liðfelagarnir í Ringkøbing endaðu á øðrum plássinum í niðurflytingarbólkinum í bestu donsku hondbóltsdeildini, og sleppur eisini undan niðurflyting.

 

Í seinasta dystinum tapti Ringkøbing á útivølli 26-28 (10-14) fyri Skanderborg, ið vann niðurflytingarbólkin við 10 stigum. Ringkøbing gjørdist nummar tvey við átta stigum. 

 

Ida Vium vardi málið hjá Ringkøbing størsta partin av tíðini. Rakul bjargaði trimum av sjey málroyndum ta tíðina hon var á vøllinum og vardi málið hjá Ringkøbing.

 

Tað er sera týdningarmikið fyri landsliðið, at báðir landsliðsmálverjarnir spæla í bestu deildunum í Noregi og Danmark komandi kappingarár,