Lindberg verður ikki liðfelagi hjá Hákuni komandi kappingarár

Hans Lindberg sum fyllir 43 ár 1. august freistast ikki at taka eitt ár aftrat í Füchse Berlin

Skjótt 43 ára gamla danska hondbóltslegendan, ið er av føroyskari og íslendskari ætt, Hans Lindberg freistast ikki at taka enn eitt kappingarár í Füchse Berlin.

 

Sostatt verður tað ikki Hans Lindberg, ið Hákun West av Teigum skal kappast við komandi kappingarár.

 

- Eg eri sera errin av, at eg havi fingið so mong ár í bundesliguni. Tá eg fór avstað vónaði eg, at eg kundi spæla 10 ár í bundesliguni. Men eg havi arbeitt sera hart, og eg havi verið heppin við skaðum. Harumframt havi eg havt ein venjari, sum heldur hevur hugt eftir mínum avrikum enn mínum aldri. Men tað er tann rætta tíðin at gevast nú, og eg eri greiður yvir, at eg kann ikki renna runt á einum hondbóltsvølli til eg gerast 60 ára gamal. So greiður er Hans Lindberg í samrøðu við BT. 

 

Hákun West av Teigum hevur undirstrikað, at hetta farna kappingarárið hevur Hans Lindberg verið ein góður lærumeistari og liðfelagi.

 

Hans Lindberg fer komandi kappingarár at spæla við HØJ í næstbestu donsku hondbóltsdeildini. 

 

Í hópinum hjá HØJ eru Pauli Jacobsen og Rói Berg Hansen.