24. august verður 175 ára dagur hjá Oynni.
Hetta fara eigararnir at hátíðarhalda við at bjóða øllum til eitt tiltak í Dímunar-neystinum, sum er í Nesi í Hvalba, frá klokkan 14-17.
Skráin er:
- Formaðurin heldur røðu.
-Sangframførslur, felagssangir og Brestiskvæðið verður kvøðið.
-Oyggjafólk grilla og bátarnir sigla á fjørðinum.
-Kaka og kaffi verður eisini at fáa.
Stigtakararnir siga soleiðis:
– Komið framvið og heilsið uppá okkum Dímuningar, og vónandi fáa vit eina hugnaliga løtu saman.