Lív S. Poulsen skiftir til EH Aalborg í bestu deildini

Tað vera heili sjey føroyskir landsliðsleikarar í bestu donsku hondbóltsdeildini komandi kappingarárið

Landsliðsleikarin, Lív S. Poulsen verður sjeyndi landsliðsleikarin, ið fer at spæla í bestu donsku hondbóltsdeildini komandi kappingarár.

 

Lív hevur skift TMS Ringsted í næstbestu deildini um við EH Aalborg, ið spælir í bestu deildini.

 

Í EH Aalborg verður Lív liðfelagi við landsliðsmálverjan, Anniku Fríðheim Petersen.

 

Lív sigur við heimasíðuna hjá EH Aalborg, at møguleikin at spæla í bestu deildini, og eitt venjingarunmhvørvið sum kann menna hennara spæl nógv fekk hana at taka av møguleikanum. Lív hevur eisini í huga møguleikarnar at vera tikin út til EM-endaspælið seinast í hesum árinum.

 

Høvuðsvenjarin hjá EH Aalborg, Peter Jagd framhevjar serliga verjukendu dygdirnar hjá Lív. Peter Jagd heldur eisini, at tað er ein avgjørdur fyrimunur at hava ein leikara á høgra bakki, sum er lámur.

 

Við Lív og Anniku í EH Aalborg hava vit nú sjey landsliðsleikarar í bestu donsku deildini. Hinir fimm eru Maria P. Nólsoy í Horsens, Jana Mittún í Viborg, Pernille Brandenborg í Keypmannahavn, Súna K. Hansen í Skanderborg, og Rakul S. Wardum í Ringkøbing. 

 

Tað grør um gangandi fót hjá føroyskum landsliðshondbólti.