Lívligur rockbólkur á Summar Festivalin

Ungi rockbólkurin Adrenaline skal spæla á landsins størsta tónleikatiltaki.

Teir eru ungir og lívligir, teir spæla melodiøsan og fangandi rocktónleik, og nú skulu teir framføra á landsins størsta tónleikatiltaki.

 

Adrenaline er rockbólkur úr Klaksvík, og teir vera tí á heimavølli, tá ið teir í august skulu hava konsert í tjaldinum á Summar Festivalinum.

 

Adrenaline hevur útgivið fleiri væl umtóktar sangir – eitt nú "Bjarta", "Spillikassin" og "Eg vil koyra skjótari". Teir hava eisini havt framførslur kring landið og hava luttikið í tónleikakappingunum Sement og Stella Polaris.

 

Teir eru framfýsnir og undirhaldandi á palli og hava vunnið sær trivaligan fjepparaskara.

 

Teir, sum spæla í Adrenaline, eru Jónas Jacobsen (sang), Tórður Sóleyarson (gittar), Niclas Høgnesen (bass) og Høgni Sørensen (trummur).

 

Summar Festivalurin verður hildin dagarnar 3. til 5. august.

 

(Tíðindaskriv frá Summar Festivalinum)