Vaktleiðarin á politistøðini í Havn sigur, at stormurin brast á klokkan 4, og at síðani eru komnar fleiri fráboðanir frá fólki kring landið um skaðar.
Fyrsta fráboðanin var úr Hoyvík, har ein altan á einum húsum var við at ríva. Stutt eftir kom fráboðan úr Trongisvági um, at eitt vindeyga var farið í kjallara í einum húsum. Síðani kom fráboðan av Tvøroyri, har ein neystatekja var rivin, og at takplátur flugu millum húsini. Hetta var klokkan 4:45.
Sutt fyri klokkan 5 kom fráboðan úr Klaksvík, at Polarhav, sum la við bryggju har, hevði slitið ein enda. Men hálvan tíma seinni komu boð um, at Polarav aftur lá bundin við bryggju, og at eingin skaði var hendur.
Úr Hósvík kom ein fráboðan um, at ein rútur var brotin í einum kamarsvindeyga. Úr Vági kom ein fráboðan klokkan 5:40 um, at ein bátur var í ferð við at slíta endarnar, og biðið var um hjálp.
Á Toftum kom fráboðan um, at ein húsaklædningur var um at ríva, og í Rituvík var ein ryggás um at fara.
Klokkan 6:30 komu boð úr Klaksvík um, at ein húsaklædningar var rivin í storminum, og í Norðragøtu kom fráboðan um leysar lutir, sum vóru foknir á hús og bil. Og síðsta fráboðanin var av Heiðagøtu á Argjum, har taksteinar vóru loysnaðir.
Vaktleiðarin á politistøðini heitir á fólk, sum ferðast úti, um at ansa sær og vera vera. Vindurin minkaður og fer at minka meira, so tað ringasta er helst hæsað av nú.