Løgreglan gav 25 suðuroyingum bót

Serliga hjá einum bilførara varð hetta ein dýrur dagur

Hendan dagin varð løgreglan ferðsluløgreglan í Havn í Suðuroy við tí endamáli at kanna ferðsluna. Og tað var ikki til fánýtis, tí tilsamans vórðu heilar 25 bøtur skrivaðar.

 

Løgreglan sigur, at tilsamans vórðu 130 bilar steðgaðar í Vági og á Tvøroyri, og, sum sagt, kastaði tað heilar 25 bøtur av sær.

 

Í hesum sambandi fingu bilførarar bót fyri at tosa í hondhildnari fartelefon ímeðan teir koyrdu, og aðrir sótu ikki í trygdarbelti. Nakrir bilførarar fingu eisini bót fyri at koyra við uppslitnum dekkum og onkur fekk eisini bót fyri, at koyra við píkadekkum, sum vóru ólóglig. Tá ið koyrt verður við píkadekkum, skal tað dekkið, sum hevur flest píkar, ikki hava meiri enn 25 prosent fleiri píkar enn tað dekkið, sum hevur fægst píkar

 

Á fleiri bilum vóru onkrar perur brostnar onkur bilførari hevði ikki koyrikortið við.

 

Eitt sindur álvarsligari var tað hjá einum bilførara, sum hevði ett barn í bilinum, uttan at syrgja fyri, at tað sat í trygdarnbelti. Umframt at hann fær 1500 krónur í bót, fær hann eisini eitt klipp í koyrikortið.

 

Men serliga álvarsligt var tað hjá einum bilførara, har tað vísti seg, at koyrikortið varð útgingið.

 

Tað er tað sama sum at verða tikin fyri at koyra við ongum koyrikorti og fyrstu ferð, ein verður tikin fyri tað, er talan um eina bót upp á 5000 krónur.