Løgreglan noyddist á Herbergið eftir manni

Í gjárkvøldið settu ungdómar eld í tveir plattar aftan fyri handilin hjá Guðrun & Guðrun í miðbýnum í Havn.

 

Í gjárkvøldið fekk løgreglan boð um, at eldur var í tveimum plattum aftan fyri handilin hjá Guðrun & Guðrun í Niels Finsensgøtu í Havn.

 

Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at her var nógvur ungdómur savnaður, og tey høvdu eisini spælt við eld, so eldur var komin í plattarnar.

 

- Tá vit komu á staðið, var eldur í.

 

Løgreglan sigur, at tey hava eldsløkkjara í løgreglubilinum, og tey syrgdu fyri, at eldurin varð sløktur. 

 

- Tórshavnar Sløkkikið kom eisini á staðið og syrgdi fyri, at eldurin ikki kyknaði aftur. 

 

Seinnapartin í gjár var løgreglan eisini boðsend at koma í Herbergið hjá Frelsunarherinum í Havn, tí her høvdu tey trupulleikar við einum manni.

 

- Vit tóku mannin við á støðina. Hann er her enn, og hann hann verður skuldsettur, tí hann ikki dugdi sær hógv á Herberginum, sigur løgreglan.