Ein løgreglumaður doyði, tá ein maður fríggjakvøldið skeyt uttanfyri amerikonsku miðstøðina fyri sjúkueftirlit og fyribyrging nærhendis universitetinum í býnum Atlanta í Georgia.
Mistonkti skjúttin varð seinni funnin deyður í einum bygningi nærhendis.
Tað boða AP-tíðindastovan og CNN frá.
Løgreglan svaraði aftur við einum størri tali av løgreglufólki, tá tey fingu at vita, at ein maður var farin at skjóta.
Løgreglustjórin í Atlanta, Darin Schierbaum, sigur, at skjúttin varð funnin deyður í einum bygningi yvirav amerikonsku miðstøðini fyri sjúkueftirlit og fyribyrging.
Maðurin varð funnin lívleysur á aðru hædd eftir at hava verið skotin.
- Vit vita í løtuni ikki, um tað var ein løgreglumaður ella maðurin sjálvur, sum gjørdi tað, sigur Darin Schierbaum sambært AP.
Sambært CNN arbeiðir løgreglan við eini teori um, at maðurin var sjúkur ella ímyndaði sær, at hann var vorðin sjúkur eftir at hava fingið koppseting móti korona. Tað sigur ein ónevndur embætismaður.
Løgreglan fann fýra vápn hjá gerningsmanninum, skrivar CNN. Talan var um tvær handbyrsur, eina riflu og eina høglbyrsu.
Eingin annar enn løgreglumaðurin og mistonkti fingu skaða.
Tann dripni løgreglumaðurin var 33 ára gamal, skrivar CNN. Eftir at hava verið raktur av skotum, varð hann fluttur á sjúkrahúsið, har hann doyði. Løgreglumaðurin letur eftir seg konu og tvey børn.
Fleiri bygningar hava fingið skaða, skrivar AP. Í minsta lagi fýra bygningar vórðu raktir.
Ein kvinnuligur matstovuleiðari í økinum sigur, at hon sá fleiri fólk renna framvið, tá skottilburðin byrjaði tíðliga um kvøldið.
- Tað ljóðaði sum fýrverk, sigur Brandy Giraldo við AP.
/Ritzau/