Løgtingsskrivstovan ógegnig í máli um kanningarstjóra

Avgerðin um at seta kanningarstjóra stendur við, sjálvt um Ingilín Didriksen Strøm hevur lagt frá sær

Sjálvt um Ingilín Didriksen Strøm hevur lagt frá sær sum landsstýriskvinna, so er avgerðin tikin um at seta ein kanningarstjóra at kanna, um hon hevur sagt ósatt fyri Løgtinginum.

Men tað fær so ongar avleiðingar fyri hana, tí hon hevur longu sjálv tikið avleiðingina.

Hinvegin kann niðurstøðan hjá einum kanningarstjóra nú venda ímóti Løgtingsskrivstovuni, sum hevur verið so sannførandi og avgjørd í sínum niðurstøðum í málinum.

Løgfrøðingur, sum in.fo hevur tosað við, sigur, at tá stjórin á Løgtingsskrivstovuni ger eitt upprit, har hann sigur, at hetta málið er púra greitt, at Ingilín Didriksen Strøm hevur sagt ósatt fyri Løgtinginum, og at einki grundarlag er fyri at broyta fyribilsniðurstøðuna hjá landsstýrismálanevndini, og at tað tí ikki er neyðugt at seta kanningarstjóra, so hevur Løgtingsskrivstovan tikið so greiða støðu í málinum, at øll umsitingin hjá Løgtinginum er ógegnig sambært fyrisitingarlógini. 

Tí kann Løgtingsskrivstovan ikki vera við til at gera tilmæli um, hvør skal vera kanningarstjóri, soleiðis sum Løgtingsskrivstovan eigur at gera.

Avgerðin um at seta kanningarstjóra kann sjálvandi broytast. Men hon er ikki broytt og stendur framvegis við. 

Ein kanningarstjóri kann sjálvandi koma til somu niðurstøðu sum løgtingsfyrisitingin. So hendir einki. Men kemur hann til aðra niðurstøðu, so vendur pílurin ímóti Løgtingsskrivstovuni.