Tað hevur verið øgiliga tungt tey fyrstu sjey umførini hjá FC Hoyvík, har Bill Jacobsen er venjari, og har Heðin Askham er hjálparvenjari. Tað hava teir verið síðani undan kappingarbyrjan. Inntil í dag hevði FC Hoyvík spælt einaferð javnt og tapt seks dystir.
Tí var tað øgiligur fagnaður, tá ið dómarin bríkslaði fyri síðstu ferð, og FC Hoyvík hevði vunnið 1-0 ímóti AB, sum er á fimta plássi við 11 stigum. FC Hoyvík er næstaftast við fýra stigum.
Tað leyp ikki so nógv av hjá FC Hoyvík í dag, tí tað var fýra minuttir undan leikloki, at FC Hoyvík skoraði 1-0 sigursmálið. Málskjútti var Rói Jacobsen, sum sambært faroesoccer.com í dag spældi fyri 60. ferð í næstbestu deildini.
Sambært dystir.fo hevði FC Hoyvík sjey royndir á og við síðuna av AB málinum, meðan AB hevði átta royndir á og við síðuna av FC Hoyvík málinum. Bæði liðini vunnu seks hornaspørk.
Um eina viku fer FC Hoyvík at spæla á útivølli ímóti Víkingi, og annan sunnudag fer AB at spæla á útivølli ímóti B71.
B36 | 8 | 5 | 3 | 0 | 18 | 7 | 18 |
B71 | 8 | 5 | 1 | 2 | 12 | 9 | 16 |
FC Suðuroy | 7 | 4 | 2 | 1 | 14 | 7 | 14 |
NSÍ | 7 | 3 | 3 | 1 | 11 | 10 | 12 |
AB | 8 | 3 | 2 | 3 | 11 | 7 | 11 |
Víkingur | 8 | 3 | 1 | 4 | 16 | 13 | 10 |
TB | 8 | 2 | 4 | 2 | 12 | 10 | 10 |
KÍ | 8 | 3 | 1 | 4 | 9 | 12 | 10 |
FC Hoyvík | 8 | 1 | 1 | 6 | 3 | 18 | 4 |
HB | 8 | 0 | 2 | 6 | 8 | 21 | 2 |
Hósdagin 9. mai
NSÍ – FC Suðuroy: Leivur Zachariassen
Leygardagin 11. mai
KÍ – FC Suðuroy: Áki Leitisstein Hansen
Víkingur – FC Hoyvík: Dávid Waag Sjóstein
NSÍ – B36: Rúni Olsen
Sunnudagin 12. mai
AB – B71: Leivur Zachariassen
TB – HB: Høgni Madsen