Forsetin og einaræðisharrin í Hvítarusslandi, Aleksandr Lukasjenko, sigur, at hann fer at stilla uppaftur á forsetavalinum í landinum næsta ár.
Tað veit Reuters at siga, og tíðindastovan endurgevur russisku tíðindastovuna, Tass.
Lukasjenko hevur verið forseti í Hvítarusslandi síðan 1994, sum merkir, at hann er millum teir forsetar í Evropa, sum hevur sitið longst.
Eftir forsetavalið í 2020, tá Aleksandr Lukasjenko seinast varð afturvaldur, vóru stór mótmæli í Hvítarusslandi, tí illgruni var um valsvik.
Forsetin, sum eisini verður róptur seinasti einaræðisharri í Evropa, verður lagdur undir at kúga andstøðu, miðlar og mannarættindi í landinum.
Aleksandr Lukasjenko hevur tøtt bond til russiska forsetan, Vladimir Putin.
##med2##