Lýggjari veður næstu dagarnar

Veðurforsagnir benda á heldur lýggjari veður næstu dagarnar

Veðurstovan boðar frá frískum vindi upp í strúk í dag, fyrst upp í hvassan vind av landnyrðingi, 8 til 15 m/s, um náttina minkandi aftur niður í frískt lot til frískan vind eystan ella av landnyrðingi, 5 til 10 m/s. Skiftandi skýloft og at byrja við okkurt kava-, vátaslettings ella regnælið.

 

Hitin verður úr frostmarkinum upp í 4-5 hitastig.

 

Í morgin verður frískt lot upp í frískan vind áleið eystan, 5 til 10 m/s. At byrja við smáskýggjað og yvirhøvur turt, seinni skýggjað og í løtum kava ella regn. Hitin millum 1 og 5 stig.

 

Sunnudagin verður lot upp í frískan vind, 3 til 10 m/s, at byrja við sunnan, men sum frá líður hækkar hann í ein landnyrðing, seinni norðan. Smáskýggjað ella skýggjað og ælaveður, at byrja við regn, men sum frá líður kavi ella vátaslettingur.

 

Hitin millum 1 og 4 stig, sum frá líður kaldari, um frostmarkið.