Lyklaspælari er burturstaddur

Fyribilssetti KÍ venjarin fær í kvøld fyrsta høvið at vísa, um hann hevur fingið frægari skikk á liðið, enn tað var í síðstu viku

Í kvøld klokkan 18 verður síðsti dystur í 7. umfari. Hann verður við Margáir, har EB/Streymur fær vitjan av KÍ.

 

EB/Streymur er á áttanda plássi við fýra stigum, men tað er ikki lukkuligt, sum tað hevur gingið á heimavølli tvær tær seinastu ferðirnar. Eftir 5-0 sigur í landskappingardysti ímóti ÍF vann EB/Streymur 5-0 í steypadysti ímóti 07 Vestur. Í sætta umfari endaði tað við 2-1 tapi í Gundadali ímóti HB, sum skoraði sigursmálið átta minuttir undan leikloki.

 

KÍ er á triðja plássi við 12 stigum, og fótbóltslagið hevur seinastu árini verið betri, enn tað hevur verið higartil í ár. Eftir 3-2 heimatap ímóti HB í steypakappingini í síðstu viku fekk venjarin Haakon Lunov sekkin. Norski hjálparvenjarin Espen Haug er fyribilssettur venjari. Fyrsta uppgávan hjá honum verður í kvøld at fáa liðið at avrika frægari, enn tað higartil hevur gjørt og at vinna fulla úrtøku. KÍ hevur vunnið allar dystirnar ímóti EB/Streymi síðani 2017, tá ið EB/Streymur vann landskappingardyst við Margáir 2-1.

 

Ikki minst í verjupartinum er nógv at fáa skil á hjá fyribilssetta venjaranum, sum var eygnavitni til sera lítið sannførandi verjuavrikið í 3-2 tapinum ímóti HB. Haakon Lunov helt seg fyri tað mesta til 4-4-2 spælskipanina. Tað kann hugsast, at KÍ í kvøld verður í aðrari útgávu.

 

Hjá EB/Streymi kemur tað illa við, at veteranurin Rógvi Egilstoft, sum seinastu ferðirnar hevur verið ein av trimum í miðverjuni, ikki er við. Hann er burturstaddur. Skráin segði, at hesin dysturin var ásettur at vera sunnudagin, og tað høvdu EB/Streymur og Rógvi Egilstoft lagt uppfyri, men síðani er dysturin fluttur.

 

Boubacar Dabo og Hans Pauli á Bø eru knæskaddir, og Niels Pauli Danielsen, sum eisini er hjálparvenjari, er skaddur í fótinum.

 

Hjá KÍ eru Hallur Hansson, Heini Vatnsdal og Odmar Færø framvegis langtíðarskaddir. Mads Bo Mikkelsen og Deni Pavlovic eru eisini skaddir. Og so eru tað Patrick Da Silva, Cedric Yambéré og Claes Philip Kronberg. Tað er møguleiki fyri, at onkrir av hesum vera á listanum og kanska millum teir fyrstu ellivu í kvøld.

 

EB/Streymur – KÍ: Bjarki Danielsen kl. 18.00.