Magne Hoseth fekk bara tveir dystir á odda fyri Lyngby. (Arkivfoto). - Foto: Claus Bech/Ritzau Scanpix

Lyngby: Magne Hoseth var eitt feilkeyp

– Tað er bara ein spurningur um eina feilmeting hjá felagnum, skrivar Lyngby á heimasíðuni

Magne Hoseth fekk bara tveir dystir á odda fyri Lyngby. (Arkivfoto). - Foto: Claus Bech/Ritzau Scanpix

Superligafelagið Lyngby hevur sent høvuðsvenjaran Magne Hoseth til hús eftir 50 dagar í starvinum.

Tað skrivar felagið á heimasíðuni.

Har verður setanin av norðmanninum, sum tey keyptu frá KÍ, lýst sum ein »feilmeting« hjá felagnum.

– Vit eru sera hørm um støðuna. Tað eru bara vit, sum kunnu lastast, og vit vilja gera alt fyri at hjálpa Magna og familjuni víðari. Tað eru vit, sum hava tikið Magna úr ein um góðum starvi, fingið familju hansara til Danmarkar, og tað má soleiðis vera vit, sum taka skrædlið.

– Vit hava einki at lasta Magna fyri, og vit vóna, at tað er púra greitt fyri ein og hvønn, at tað hevur einki hevur við teir báðar fyrstu dystirnar at gera, sigur Lyngby-stjórin, Andreas Byder.

Sambært Lyngby vantaði stuðul til Magne Hoseth frá bæði spælarum og øðrum í felagnum. tað hevur »manglet tydelighed og involvering«.

– Starvsfólk kring høvuðsvenjaran hava verið ørkymlað og hørm. Tað sama er nú hjá spælarunum, og í hesi vikuni er tað vorðið greitt fyri okkum, at tað hevur breitt seg til vónloysi og vantandi trúgv upp á framtíðina, sum ger, at vit nú taka stigið – hóast tað er ein ræðulig tvístøða.

– Tú hevur starvsfólk uttan framtíðarvón øðru megin og ein fantastiskan og sympatiskan mann við bara 50 døgum í starvinum hinumegin. Tað er ikki ein stuttlig avgerð á nakran hátt, og vit kunnu bara vóna, at fótbólts-Danmark ikki slaktar okkum, men skilir ta spentu støðuna, vit eru í, sigur Andreas Byder.

Hjálparvenjararnir Mikkel Beckmann og Mads Kristensen hava ábyrgdina av heimadystinum hjá liðnum sunnudagin ímóti Hvidovre.

/ritzau/

 

 

Magne Hoseth fekk bara tveir dystir á odda fyri Lyngby. (Arkivfoto). - Foto: Claus Bech/Ritzau Scanpix