Nicolás Maduro, sum í løtuni er forseti í Venesuela, og sum herfyri kunngjørdi, at hann hevði vunnið afturval, fekk í veruleikanum færri enn helvtina so nógvar atkvøður sum mótstøðumaðurin, Edmundo González.
Tað skrivar amerikanska avísin the Washington Post, sum hevur gjøgnumgingið fleiri enn 23.000 uppteljingarskjøl frá teimum einstøku valstøðum í Venesuela. Sambært hesum tilfarinum fekk Maduro bert 30% av atkvøðunum á forsetavalinum 28. juli, meðan mótstøðumaðurin, Edmundo González, fekk 67% av atkvøðunum.
LES EISINI: Andstøðan í Venesuela vísir aftur forsetasigurin hjá Maduro
Hóast journalistarnir á the Washington Post ikki kunnu endaliga vátta, at skjølini eru ektað, so eru greiðar ábendingar um tað, og avísin hevur gjørt samrøður við fólk, sum vátta, at talan er um eftirfarandi uppteljingarskjøl.
##med2##
##med3##
Fleiri lond hava boðað frá, at tey ikki viðurkenna úrslitið av forsetavalinum, meðan Iran, Kina og Russland hava ynskt Maduro til lukku við afturvalinum.
Mannarættindafelagsskapir siga, at minst 22 fólk eru dripin í mótmælistiltøkum móti Maduro, og forsetin hevur sjálvur boðað frá, at fleiri enn 2000 fólk eru handtikin. Maduro hevur sagt, at hann ætlar sær "knúsa" andstøðuna, og hann hevur givið sínum hermonnum boð um, at hann er "sinnaður at gera hvat, tað skal vera" fyri at verja "kollveltingina".
LES EISINI: Fýra deyð í mótmælum móti forsetanum í Venesuela
Í eini fráboðan í gjár segði Josep Borell, uttanríkisovast í ES, at "ES heitir á myndugleikarnar í Venesuela um at gevast við tilvildarligum handtøkum, forfylging og hvøssum retorikki um andstøðu og sivilsamfelag."