Mæla nú frá at brúka aðrar kendar appir

Tað er ikki bara vælumtókti sosiali miðilin TikTok, sum sambært Center for Cybersikkerhed (CFCS) er ein trygdarvandi.

Eisini sosiali miðilin Snapchat, Dropbox og motiónsappin Strava eru truplar.

 

Tað sæst í »Håndbog i sikkerhed for mobile enheder«, sum DR hevur fingið innlit í. Handbókin  var grundarlagið fyri, at TikTok varð frámælt á telefonum og teldlum hjá almennum starvsfólkum.