Tað segði hon í rættinum í morgun, skrivar Kringvarpið
Sum in.fo skrivaði 30. august, so var talan um eitt av teimum heilt stóru rúsevnismálunum, sum varð avdúkað í dagin fyri, 29. august í fjør, tá løgreglan handtók fimm fólk í einum seglbáti við Rasmusarbrúgv úti í Bakka í Havn.
Ein føroyingur tók ímóti rúsevnunum, og hann var eisini handtikin.
Talan er um ein føroyskan mann, sum er føddur í 1992, eina íslendska kvinnu, sum er fødd í 1986, eina danska kvinnu, sum er fødd í 1962 og tveir danskar menn, annar føddur í 1989 og hin í 1981, sum nú hálvt ár seinni eru í rættinum. Tey hava øll sitið varðhaldsfongslað síðani tey vóru handtikin.
Kringvarpið, sum fylgir rættarmálinum, skrivar, at tann nú 63 ára gamla danska konan, visti einki um, at rúsevni vóru umborð, ella at tey vórðu handað einum føroyingi, tá seglbáturin Rocky kom á Havnina í august í fjør.
##med2##
Rættarfundurin verður hildin á Hotel Hafnia, tí at ov trongt er í rættarsalinum í Føroya Rætti. Tað var tað eisini 30. august, tá øll fólkini vórðu varðhaldsfogslað.
In.fo skrivaði rá, at nógv fólk vóru á rættarfundinum, tí tey høvdu fingið hvør sín verja. Teir vóru Bjørn á Heygum, Jógvan Páll Lassen, Jógvan Elias Winther Poulsen, Fríða Patursson og Jens Andrias Winther. Tey skuldsettu høvdu tá sitið varðhaldsfongslað, og tí gjørdu løgreglufólkini nógv fyri, at tey ikki skuldu tosa saman. Kortini royndi ein av monnunum at teska okkurt í oyrað á tí tá 62 ára gomlu kvinnuni.
Tá løgreglan mótmælti rópti maðurin ófólkaliga og ófantaliga til løgreglufólkini: »Må jeg ikke kysse min mor«.
So tað er eftir øllum at døma sonurin, sum sambært mammuni hevur ført hana í óføri og higartil eitt hálvt ár í fongsul í Føroyum.
##med3##
Rættarmálið er sett at vara alla vikuna, og dómur verður sagdur fríggjadagin.