Marita var toppskjútti hjá HØJ

HØJ var fyri fyrsta stigamissinum hetta kappingarárið

Fyri fyrstu ferð hetta kappingarárið fingu Marita Mortensen og liðfelagarnir í HØJ ikki fulla úrtøku í næstbestu donsku hondbóltsdeildini.

 

Á útivølli í Roskilde leikti HØJ javnleik 26-26. Í steðginum var Roskilde á odda 15-10, og tað var ikki fyrrenn í seinasta sekundinum, at Anne Cathrine Lundbye javnaði fyri HØJ til 26-26, og syrgdi fyri, at Marita og liðfelagarnir framvegis eru ósigraðar í kappingini.

 

Marita var saman við Anne Cathrine Lundbye toppskjútti hjá HØJ. Tær skutu seks mál hvør.

 

HØJ er oddalið við 21 stigum fyri 11 dystir.

 

Liðið hjá Vár og Lív Zachariassen, Ajax vann á útivølli 33-28 (16-14) á Ringsted.

 

Ajax er triðfremst í deildini við 16 stigum. Næstfremst er Holstebro við 17 stigum. Roskilde sum tók stig frá HØJ í dag er nummar fimm við 13 stigum.