Kekkiski tennisleikarin, Marketa Vondrousova skrivaði søgu í dag.
Hon gjørdist í dag tan fyrsti ikki styrkismetti (seedaði) leikarin, ið hevur vunnið heimsins mest prestisjufullu tenniskapping, Wimbledon.
Í finaluni møtti Marketa Vondrousova Ons Jabeur úr Tunesia, ið eisini var í finaluni í fjør.
Marketa Vondrousova vann finaluna 6-4 og 6-4.
Undan kappingini var Marketa Vondrousova nummar 42 í heiminum, og nú fer hon uttan iva at gera eitt skarvslop á tí listanum.