Matstovan Garðslon í Vági er væl umtókt

- Undirtøkan hevur verið nógv størri, enn eg hevði torað at droymt um, sigur Ingun Poulsen á Matstovuni Garðslon í Vági

 

Tað verða fimm ár 1. juni, síðan Matstovan Garðslon í Vági læt upp. Tað er Ingun Poulsen, ið eigur og rekur matstovuna, sum húsast í leigaðum hølum.

 

Í mong ár starvaðist Ingun sum klinikkassistentur hjá skúlatannlæknanum, men seinni gjørdi hon sær royndir á Hotel Bakkanum í Vági í eini 4-5 ár, har hon eisini stóð fyri dagliga virkseminum.  

 

Her var ein møguleiki

 

- Tá eg fór av Bakkanum, umhugsaði eg, hvat eg skuldi gera. Vit gingu framvið hølunum her, sum Garðslon hevur húsast hesi árini, og vit hildu, at her var ein møguleiki.

 

Og soleiðis var, men her skuldi nógv gerast, áðrenn klárt varð at flyta inn og hava eina veruliga matstovu í hølunum.

 

Herfyri vóru vit á gátt í matstovuni, sum er sera hugnalig og hevur góðar umstøður, bæði í sjálvari matstovuni, har pláss er fyri 30-35 fólkum til borðs – og eisini í hølunum, sum hoyra uppí virksemið, og har pláss er fyri uppaftur fleiri fólkum.

 

- Vit eru væl nøgd við hølini, sum vit halda eru góð, hugnalig og praktisk. Vit hava sett alt í stand, og í køkinum hava vit fingið útbúnað, sum hoyrir einari matstovu til. 

Ingun Poulsen sigur, at so skjótt, sum tey fingu hølini til leigu, settu tey seg í samband við Heilsufrøðiligu Starvsstovuna fyri at vita, hvørji krøvini vóru, og hvat tey ynsktu.

- Vit fingu eitt gott samstarv og holla vegleiðing, og fingu soleiðis riggað bæði køk og hølir til, soleiðis sum krøvini eru til slíkt virksemi, sigur matstovueigarin.

 

Góð undirtøka

Undirtøkan, sum Matstovan Garðslon fekk beinanvegin, var nógv størri, enn matstovueigarin hevði droymt um.

- Ikki minst í koronu-tíðini, tá ein rúgva av føroyingum, sum ikki vildu fara av landinum at ferðast, ístaðin komu suður higar. Vit høvdu fleiri fólk á gátt, sum søgdu seg ongantíð hava verið í Suðuroynni áður, og vit høvdu rættiliga nógv at gera.

Tá koronu-tíðin var av, gjørdist dagurin meira vanligur aftur í Suðuroynni, men Ingun letur væl at, og hon er sera væl nøgd við, at eisini tey lokalu og fólk í Suðuroynni sum heild eru ófør at vitja á gátt.

- Vit hava døgurða hvønn yrkadag frá klokkan 12 til 14, men tað er ikki soleiðis, at fólk, sum keypa døgurða beint fyri klokkan 14, noyðast at rýma, áðrenn tey eru liðug at eta. Vit hava gjarna opið til klokkan 16, so øll kunnu geva sær góðar stundir við døgurðaborðið.

 

Døgurði hvønn yrkadag

 

Ingun Poulsen vísir á, at ymiskt er, hvør dagsins døgurði er gjøgnum eina viku, men ein afturvendandi døgurði, sum fleiri dáma væl, er ein kryddaður farsbúffur - fyri at nevna ein av døgurðunum úr rúgvuni.

- Tá fólk eru liðug at eta døgurða vanligar yrkadagar, verður stongt, men bæði vanlig fríggjakvøld og leygarkvøld er opið til klokkan 22.

Hon sigur, at fríggjadag er døgurði sum vanligt frá klokkan 12 til 14, men ikki leygardag, tí tá er ikki opið fyrr enn klokkan 17.   

Sunnudag er stongt.

- Er tað soleiðis, at bólkar ynskja sær okkurt sunnudag, og vit fáa tað at vita í góðari tíð, ber saktans til at hava veitingar sunnudag eisini, sigur hon.

 

Hóast Matstovan Garðslon ikki borðreiðir við døgurða leygardag á middegi, sum mitt í viku annars, ber til at keypa sær ymiskt annað til matna, eitt nú burgara-menu, fisk og kips ella høsnarunga og kips, og leygardag er tað serliga enski búffurin, sum er eftirspurdur.  

 

Eisini skeinkiloyvi

 

Ingun Poulsen sigur, at Matstovan Garðslon eisini hevur skeinkiloyvi, um fólk hava hug at hyggja innar og seta seg niður eina løtu, tá tey hava vikuskiftisfrí.

- Umframt føroyingar, bæði úr nærumhvørvinum og aðrastaðni, koma eisini fleiri útlendingar á gátt á matstovuni, og serliga í summarhálvuni síggja tey nógvar útlendingar.

Eigarin av Matstovuni Garðslon hevur eisini stóru hølini, har pláss er fyri eini 80-90 fólkum, og hesi hølini verða ofta útleigað til bæði rundar føðingardagar, ymiskar veitslur og onnur tiltøk.

- Vit gera eisini mat út av húsinum til øll møguligt tiltøk kring um í Suðuroynni, og fólk eru altíð vælkomin at spyrja seg fyri hjá okkum, sigur hon. 

 

Gleðiligar páskir!

 

Ingun Poulsen leggur aftrat, at nú í páskavikuni og um páskirnar annars eru upplatingartíðirnar øðrvísi enn eitt vanligt vikuskifti.

- Skírisdag og langa fríggjadag er stongt, men leygardagin, 19. apríl, sum er í morgin, er opið frá klokkan 17 til 22. Páskadag og 2. páskadag er stongt, sigur matstovueigarin í Vági, sum ynskir øllum einar gleðiligar páskir.