Mattias og liðfelagarnir útsettu veitsluna hjá AaB

FC Fredricia vann á AaB á heimavølli

Landsliðsmálverjin, Mattias H. Lamhauge og liðfelagarnir høvdu eina spennandi uppgávu á heimavølli á Monjasa leikvøllinum í Fredericia í dag.

 

Á vitjan var gamla stórliðið úr Aalborg, AaB sum við sigri kundi tryggjað sær uppflytingina til superliguna.

 

Men Fredericia fekk útsett uppflytingarveitsluna hjá AaB. Fredericia vann dystin 2-1. 

 

FC Fredericia-AaB 2-1 (2-0)

 

1-0 Mikkel Wohlgemuth (13.),

 

2-0 Frederik Carstensen (45.),

 

2-1 Oliver Ross (49.),

 

Sambært hagtølunum hevði Mattias átta bjargingar í dystinum, og hann gjørdi tí sítt fyri at tryggja Fredricia sigurin frammanfyri 1.189 áskoðarum.

 

Sønderjyske og AaB hava 56 stig hvør í oddinum. Fredericia hevur 44 stig á triðja plássinum. Fredericia er fimm stig frammanfyri Kolding á fjórða plássinum.

 

Tað eru bert fimm umfør eftir, so tað er bara ein spurningur um tíð áðrenn Sønderjyske og AaB staðfesta uppflytingina til superliguna. 

 

Komandi hóskvøld spælir Fredericia á útivølli móti Sønderjyske.