Mattias sleppur framvegis ikki framat í Fredericia

Yngri málverji, ið ikki hevur spælt ein veruligan kappingardyst síðani 2023 var valdur framum Mattias H. Lamhauge

 

Tekur ein føroysku landsliðsbrillurnar upp á nøsina, so er einki at gleðast um viðvíkjandi málmansstøðuni í FC Fredericia, ið spældi sín fyrsta superligadyst nakrantíð í dag.

 

Tað var ikki skjótt 26 ára gamli føroyski landsliðsmálverjin, Mattias H. Lamhauge, ið vardi málið hjá Fredericia í tí søguliga dystinum á Monjasa leikvøllinum móti FC Nordsjælland. 

 

22 ára gamli enski, Ovie Prince Ejeheri sum ikki hevur spælt ein kappingardyst hjá einum fyrsta liði, síðani hann spældi við SJK Seinäjoki í Finnlandi í 2023, slapp at verja málið hjá Fredericia í dag. Ovie Prince Ejeheri er útleigaður frá FC Midtjylland. 

 

Ovie Prince Ejeheri hevur spælt 14 kappingardystir við SJK og Seinäjoki, og 21 kappingardystir við Chelmsford, ið spælir í sættubestu ensku fótbóltsdeildini. Ovie Prince Ejeheri hevur ongar ungdómslandsdystir ella aðrar altjóða royndir. 

 

Fredericia tapti dystin 2-3. Í steðginum var FC Nordssjælland á odda 3-1. 

 

Høvuðsvenjarin hjá FC Fredericia, Michael Hansen vildi heldur ikki geva Mattiasi møguleikan aftaná, at Fredericia hevði tryggjað sær uppflyting til bestu donsku fótbóltsdeildina farna kappingarár.

 

Um seks vikur møta Føroyar krútsterka kroatiska landsliðnum á Tórsvølli. Ein sera keðilig støða við okkara landsliðsmálverja í Fredericia, sæð við føroyskum landsliðsbrillum.