Alt bendir á, at Meinhard E. Olsen í dag verður kunngjørdur sum nýggjur spælari hjá Kolding IF, sum spælir í næstbestu deildini í Danmark. Hetta er nakað, sum Eyp.fo eisini hevur skrivað um fyrr í vikuni.
Meinhard E. Olsen hevur spælt við Mjøndalen í næstbestu deildini í Norra, men er nú uttan sáttmála. Hann hevur verið settur í samband við KÍ, NSÍ og HB. KÍ og HB tí tey mangla ein vong í vinstru, og NSÍ tí tað er barndómsfelagið hjá honum.
Hann er komin fyri seg eftir drúgvan skaða í fjør og vann sær eisini plássið aftur á landsliðnum. Meinhard E. Olsen er 27 ára gamal og hevur spælt 28 landsdystir.