Messi droymir um at enda yrkisleiðina í barndómsfelagnum

Lionel Messi droymir um at sleppa at spæla við Newell's Old Boys áðrenn hann stillar gaggurnar á hilluna

Lionel Messi, ið er fremsta legendan hjá FC Barcelona spældi við Newell's Old Boys áðrenn hann blaðungur fór til Barcelona

Lionel Messi, ið hevur skotið 11 mál í 12 dystum fyri Inter Miami í Major Soccer League hevur ein dreym um at spæla fyri eitt lið aftrat áðrenn hann stillar gaggurnar á hilluna.

 

Í samrøðu við argentinska miðilin, Olga sigur Lionel Messi, at hann droymir um at sleppa at spæla við barndómsfelagnum, Newell's Old Boys.

 

- Eg havi altíð havt ein dreym, ið bleiv forsterkaður av heimsmeistaraskapinum vit vunnu. Og tað er dreymurin at sleppa at njóta argentinskan fótbólt og spæla fyri Newell's Old Boys, men eg veit ikki um tað letur seg gera, sigur Lionel Messi.

 

- Eg leggi ikki sjálvur merkið til um støðið hjá mær lækkar. Eg spæli bara. Men veruleikin er, at eg eri vorðin eldri (36 ár red.), og eg havi túsund dystir í beinunum. Tíðin setir síni spor hjá øllum, greiðir Lionel Messi frá.

 

Lionel Messi torir ikki at lova, at hann verður við til HM í 2026, tá hann verður 39 ár. Men hann letur upp fyri, at tað skuldu verið góðir møguleikar fyri, at hann fer at taka lut í Copa America endaspælinum, ið verður leikt í USA komandi summar.

 

 

 

 

 

 

 

Lionel Messi, ið er fremsta legendan hjá FC Barcelona spældi við Newell's Old Boys áðrenn hann blaðungur fór til Barcelona