Tað sigur hon við grønlendska blaðið Sermitsiaq. Hon hevur fylgt við í ósemjuni millum svenska formansskapin og grønlendska landsstýrið.
Í gjár boðaði grønlendski landsstýrisformaðurin frá, at hann kann ikki halda fram at luttaka í tiltøkum, har so stórur munur verður gjørdur á luttakarunum. Avleiðingin er, sigur hann, at hann ikki luttekur vegna Grønland í tiltøkum hjá Norðurlandaráðnum og heldur ikki fer at luttaka á Norðurlandaráðsfundinum í heyst í Reykjavík. Hesum boðar hann frá í opnum brævi til svenska formansskapin í Norðurlandaráðnum.
– Eg havi sjálv sagt í Norðurlandaráðnum, at vit vilja hava eitt gott pláss til bæði Grønland og Føroyar í norðurlendska samstarvinum.
– Tey boðini, sum er komin úr Grønlandi nú, taka vit 'ad notam' – til eftirtektar, og so vóni eg, at tað ber til at finna eina loysn framyvir, sigur Mette Frederiksen við Sermitsiaq.
Limirnir í Norðurlandaráðnum eru tinglimir úr Norðurlondum og verða valdir av tingunum í hvørjum landi sær at verða limir í Norðurlandaráðnum. Tí er einki beinleiðis val til Norðurlandaráðið.
Limirnir í Norðurlandaráðnum eru saman tvær ferðir árligar, har teir taka avgerðir um viðurskifti, sum teir ynskja, at norðurlendsku stjórnirnar skulu finna loysnir á.
/ritzau/