Bankatúrurin varar tað mesta av einari viku, og tá Jákup Sverri kemur innaftur, helst mikudagin í aðru viku, fáa vit at vita, hvussu gingist hevur. Her sæst blandað veiða av Føroyabanka.

Mikukvøldið fer Jákup Sverri á Føroyabanka

Nú havrannsóknarskipið fer útaftur á Bankan, er spenningurin sum altíð stórur, og spenningurin er serliga stórur um, hvussu sær út við toskinum.

Bankatúrurin varar tað mesta av einari viku, og tá Jákup Sverri kemur innaftur, helst mikudagin í aðru viku, fáa vit at vita, hvussu gingist hevur. Her sæst blandað veiða av Føroyabanka.

Mikukvøldið fer havrannsóknarskipið Jákup Sverri aftur á sín árliga vártúr á Føroyabanka. Hetta eru yvirlitstrolingar, sum verða gjørdar tvær ferðir um árið - á vári og um heystið.

 

Somu trolstøðir verða tiknar á hvørjum ári, og tí eiga hesar yvirlitstrolingar at geva eina góða ábending um, hvussu støðan hjá fiskastovnunum á Bankanum er.

 

Meðan hýsan hevur verið væl fyri á Føroyabanka í nøkur ár, er toskurin ongantíð komin veruliga fyri seg aftur, tó at Bankin hevur verið stongdur fyri allari vinnuligari veiði í fleiri ár.

 

Seinnu árini hava batar verið at sæð við toskinum, og her hevur ávís royndarveiða verið, eins og Føroyabanki í fjør varð latin upp fyri avmarkaðari vinnuligari veiði.

 

Nú Jákup Sverri fer útaftur á Bankan, er spenningurin sum altíð stórur, og spenningurin er serliga stórur um, hvussu sær út við toskinum.

 

Bankatúrurin plagar at vara tað mesta av einari viku, og tá havrannsóknarskipið kemur innaftur, helst mikudagin í aðru viku, fáa vit at vita, hvussu gingist hevur.

 

Tað var landsstýrismaðurin, Árni Skaale, sum loyvdi ávísari vinnuligari veiði á Føroyabanka í fjør. Havsstovan mælti til 200 dagar, men landsstýrismaðurin gav loyvi til fleiri dagar.

 

Nýggi landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Dennis Holm, sigur, at hann neyvt fer at fylgja tilmælinum hjá Havstovuni um avmarkaða vinnuliga veiði á Bankanum í ár.

 

##med2##

 

Johan Mortensen, sum er ein av stigtakarunum til vælumtóktu Føroyabankakvøldini, sigur, at tað er stórur gastronominskur áhugi fyri tilfeinginum av Føroyabanka.

 

- Kvøldini, sum í ár verða 24., 25. og 26. mars og sum plaga at vera á fiskamatstovuni, Barbaru, verða hesaferð í Áarstovu, og her kunnu eisini fleiri sita til borðs enn í Barbaru.

 

Hann sigur, at áhugin fyri Føroyabankakvøldunum er stórur og soleiðis, sum hann hevur skilt, eru bert fá borð eftir. 

 

- Eg fegnist um stóra áhugan fyri tilfeinginum av Føroyabanka, og eg fegnist eisini um, at so mong vilja leita sær hesa gastronomisku uppliving, sum hesi kvøldini eru, sigur Johan Mortensen.

 

##med3##

 

 

 

 

 

 

 

Bankatúrurin varar tað mesta av einari viku, og tá Jákup Sverri kemur innaftur, helst mikudagin í aðru viku, fáa vit at vita, hvussu gingist hevur. Her sæst blandað veiða av Føroyabanka.

Johan Mortensen fegnast um gastronomiska áhugan.

Tað er altíð stórur spenningur, tá havrannsóknarskipið fer á Føroyabanka.