Minst 100 børn eru deyð í krígnum í Gaza

Í minsta lagi 100 børn eru deyð í hungri undir krígnum í Gaza, boðar heilsumálaráðið í Gaza, sum Hamas stýrir, frá á Telegram.

Mynd: Ahmad Gharabli/AFP/Ritzau Scanpix

Tað upplýsir arabiski miðilin Al Jazeera.

 

Innan seinasta samdøgrið eru fimm andlát orsakað av hungri skrásett - teirra millum tvey børn.

 

Samlaða talið av deyðum orsakað av hungri hevur verið roknað til 217. Talan er um bæði børn og vaksin.

 

Mynd: Ahmad Gharabli/AFP/Ritzau Scanpix