Maður Dolly Parton, Carl Dean, andaðist 3. mars í Nashville, Tennessee. Tey vóru gift í nærum 60 ár.
Carl Dean var kendur fyri at hava sítt lív langt burtur frá pall-ljósi og fjølmiðlum, hóast hann hevði heimskenda konu.
Mðilar vita at siga, at Dolly hitti komandi mann sín, tá hon var 18 ára gomul, stutt eftir, at hon var komin til Nashville fyri at royna seg innan countrytónleikin, og fyri at royna at fáa eina yrkisleið innan tónlekin. Tvey ár seinni, í 1966, giftust tey við eina stilliasliga, og privata, vígslu í Ringgold, Georgia.
Dean valdi at halda seg burtur frá miðlunum, og hugsavnaði seg um sítt asfaltvirki.
Hann var tó íblásturin til kenda lagið hjá Dolly, Jolene. Dolly skal hava sagt, at lagið snýr seg um, at ein kvinna, ið starvaðist í einum banka, hevði góðan hug á Dean.
-Og hann elskaði at fara í bankan, tí har fekk hann uppmerksemi. Tað gjørdist at enda ein innanhýsis skemtisøga okkara millum, tá eg segði við Dean: Tú nýtir nógva tíð í bankanum, Eg haldi ikki vit eiga SO nógvan pening, hevur Dolly skemtiliga greitt frá.
Carl Dean gjørdist 82 ára gamal.
##med2##