Trý mál vórðu skrivað, tá løgreglan í gjár gjørdi ferðmátingar í bygdum øki á Sandoy. Tveir bilførarar fingu klipp í koyrikortið fyri at koyra ávikavist 74 og 74 km um tíman, og ein fekk bót fyri at koyra 70 km um tíman.
Seinni í gjár máldi løgreglan ferðina hjá bilum við tunninlsmunnan í Kollafirði, har tvey mál vórðu skrivað. Annar bilførarin varð máldur at koyra 107 og hin fyri at koyra 126 km um tíman, sum gav treytaða frádøming av koyrikortinum.
Í morgun er løgreglan við skúlar at kanna, um børn sita fastspent í bilunum, sum alt verður gjørt fyri trygdina, sigur vaktleiðarin á politistøðini í morgun.
Í gjár var eisini skrásett eitt hálkuóhapp. Tað var á landsvegnum á Oyggjarvegnum í Streymoy, har ein bilur gleið út av vegnum. Har var eingin fólkaskaðið, og bilurin var væl skøddur, sigur vaktleiðarin á politistøðini í morgun.