Móttøka fyri Heðini Mortensen

Fríggjadagin seinnapartin verður móttøka fyri Heðini Mortensen, har Javnaðarflokkurin fer at takka honum fyri mongu árini við róðrið í Tórshavnar kommunu.

 

Tíðindaskriv, Javnaðarflokkurin:

 

Heðin Mortensen er millum drúgvastu fólkavaldu í landinum, og var fyrstu ferð valdur í Tórshavnar býráðið í 1972. Fyrstu árini umboðaði hann uttanflokkalistan hjá Petur í Gong. Frá 1988 varð hann valdur fyri Sambandsflokkin, men kom í 2004 heim aftur í Javnaðarflokkin, har hann í roynd og veru byrjaði sína politisku karrieru sum blaðungur medstovnari av ungmannafelagnum hjá Javnaðarflokkinum, SU. Umframt býráðið, hevur hann eisini umboðað Javnaðarflokkin í løgtinginum og sum landsstýrismaður.

 

Hóast Heðin framvegis er virkin í politikki, nú sum varaborgarstjóri, ynskir flokkurin á hendan hátt at takka fyri drúgva og týðandi takið, sum Heðin longu hevur tikið fyri flokkin, serliga sum borgarstjóri í høvuðsstaðarkommununi.

 

Móttøkan verður í Javnaðarhúsinum í Steinatúni fríggjadagin 31. januar klokkan 15-18. Javnaðarhúsið er í Niels Finsensgøta 14, inngongd aftanfyri í erva.

 

Øll eru hjartaliga vælkomin.