Mugu skunda sær til hús - gevast skjótt at grava

Onkustaðni eru tey givin - og í restini av landinum verður tað heilt skjótt

Tað kavar so illa sum sjáldan fyrr. Vanliga grevur  Landsverk til klokkan 21, men í norðoyggjum og Oyndarfjarðarvegnum eru tey longu givin.

 

Men í restini av landinum gevast teir at grava nú klokkan 19, tí tað eru so ring líkindi, eisini at grava, so tað er ein trygdarspurningur hjá teimum, sum grava. Summiar av vegunum, sum hava verið stongdir, eru grivnir so frægt, at tað ber til at koyra - men tey gevast altso nú klokkan 19.

 

Landsverk sigur, at á Vestmannavegnum, um Sandavágsháls, um Velbastaðháls, til Selatraðar, um Gøtueiði og frá brúnni við Streymin í Sundalagnum, og til Skálabotn verður skipað fyri rekkjukoyring. Annars eru sera vánalig koyrilíkindi eru kring landið.

 

 

 

: