Myndir: Gott lag í Silvalandi

Seinnapartin lat Silvaland á Summar Festivalinum upp, og har var lagið gott

Nógv børn og vaksin vitjaðu í Silvalandi á fyrsta degnum á Summar Festivalinum.

 

Í Silvalandi, sum heldur til í samanbygdu ítróttarhallunum í Klaksvík, vera spøl, aktivitetir, undirhald, djór, framførslur, dansur, konsertir og mangt annað.

 

Í dag hevði væl upplagdi Bubu konsert fyri børnunum, og tað riggaði avbera væl. Bubu gav sær eisini stundir at heilsa upp á børnini eftir konsertina.

 

Silvaland hevur opið allar tríggjar festivaldagarnar.

 

Í morgin hava Trølla Pætur og Omman framførslur, og leygardagin fer Sigmund av hava dansiverkstað. 

 

Jens Kristian Vang tók myndir í Silvalandi í dag. 

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##

 

##med6##

 

##med7##

 

##med8##

 

##med9##

 

##med10##

 

##med11##

 

##med12##