Sunnudagin 26. februar skipaðu Leirvíkar kirkja og Hebron fyri kirkjugarðsvígslu, skrivar Eysturkommuna á síni heimasíðu.
Kirkjugarðurin bleiv eisini víðkaður mitt í 80-unum, men við millum 10 og 12 nýggjum grøvum um árið, varð nú aftur neyðugt við eini víðkan.
Í fyrsta umfari eru umleið 340 nýggj gravpláss, og seinni ber til at víðka garðin niðaneftir og fáa onnur 300 gravpláss aftrat.
Vígslan
Fyrst varð ein sálmur sungin, meðan gingið varð rundan um kirkjugarðin.
Síðani lósu Gerhard Jónsson Mikkelsen, prestur, og Jóan Magnus Rasmussen, frá samkomuni Hebron, tekstbrot úr bíbliuni.
Til seinast varð biðin ein bøn og so varð sjálv vígslan, áðrenn endað varð við einum sálmi, skrivar Eysturkommuna.
Myndir síggjast her: Myndir frá kirkjugarðsvígsluni í Leirvík