Næsta vika við góðum veðri og góðum streymi

- Partrolararnir hava brúkiligan fiskiskap, og frystilínuskipini hava góðan fiskiskap í íslendskum sjógvi, har átta føroysk línuskip eru í løtuni.

Í løtuni er eitt ísfiskalínuskip ávegis til fiskiskap. Væntandi er, at skipið fær mest av hýsu og toski, men kemur neyvan inn aftur at landa fyrr enn í aðru viku.

 

Umframt ísfiskalínuskipið, sum hevur loyst, eru eisini níggju frystilínuskip til fiskiskap í løtuni. 

 

Á Fiskamarknaði Føroya vita tey í dag at siga, at eitt frystilínuskip fiskar í grønlendskum sjógvi, og átta fiska í íslendskum sjógvi. Tískil er einki av frystilínuskipunum undir Føroyum í løtuni.

 

- Frystilínuskipini fáa eina blanding av toski, hýsu, longu, brosmu og so nakað av øðrum fiskasløgum, og tey hava góðan fiskiskap, verður sagt.

 

Streymurin verður góður í næstu viku, og veðurútlitini eru eisini góð. Tí verður roknað við nógvum útróðri. Útróðrarbátarnir hava brúkiligan línufiskiskap.

 

- Teir fáa mest av hýsu og so nakað av toski.

 

Í løtuni eru seks partrolarapør til fiskiskap. Øll fiska upsa og hava brúkiligan fiskiskap. Væntandi koma nøkur pør inn at landa í næstu viku.

 

Ein djúpvatnstrolari er á svartkalvaveiði, og teir koma inn at landa í næstu viku.

 

- Seks av teimum smáu trolbátunum eru í løtuni á Skeivabanka og fiska havtasku. Teir koma allir inn at landa í næstu viku.

 

Á Fiskamarknaði Føroya vita tey eisini at siga, at tvey garnaskip fiska svartkalva og hava brúkiligan fiskiskap. Eitt fiskar havtasku og hevur eisini brúkiligan fiskiskap.

 

- Øll garnaskipini koma inn at landa í næstu viku, verður lagt aftrat.